– Og nú vit eru her, so vil eg líka frásiga og frákanna mær alla ábyrgd fyri, hvussu tit keypa og selja her á heimasíðuni.
– Hetta er ein síða, ið ger tað gjørligt hjá seljara og keypara at finna hvønn annan.
– Eg blandi meg ikki upp í handilin sjálvan, og frákanni mær tí alla ábyrgd viðvíkjandi um vøran t.d. ikki er í tí standi, sum á myndini ella um pengarnir ikki vera fluttir fyri eitt plagg ella um mostirin ikki avheintaði til tíðina osfr.
– Kanska kemur onkur lýsing á síðuna eina ferð í framtíðini, so hóast endamálið í stóran mun er at minka um klædnaspill, so tími eg eisini væl at tjena eina krónu ella tvær við at loyva lýsingum.